- Vit sóu beinanvegin, at her var galið

- Vit sóu beinanvegin, at her var galið
Tað tóktiskt, sum pallurin var ov stórur fyri føroysku spælararnar, heldur hjálparvenjarin á føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, eftir 39-19 ósigurin fyri Danmark
10.10.2021 - 19:38

 - Vit sóu beinanvegin, at her var galið.

Tað sigur hjálparvenjarin á føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, Finnur Hansson, eftir 39-19 ósigurin fyri Danmark.

Føroysku venjararnir tóku time-out, longu tá tríggir minuttir vóru spældir, tí føroysku spælararnir komu so illa frá byrjan.

 - Vit sóu tað á holdninginum hjá spælarunum, at her var galið beinanvegin. Tí royndu vit time-out fyri at finna rútmuna í spælinum, men vit funnu hana bara ikki, sigur Finnur Hansson.

Føroyar komu í roynd og veru ikki í gongd fyri steðgin, tá danir vóru á odda 18-5. Í seinna hálvleiki gekk betur við álopsspælinum, tá føroysku kvinnurnar skutu 14 mál.

 - Tað tók minst 40 minuttir at fáa tað at koyra ordiligt, at tað revsar eitt lið sum Danmark, sigur Finnur Hansson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329