- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biður um størri eykajáttan til koppseting

Nýggja koppingarevnið fyri pneumokokka kostar trífalt so nógv sum tað gamla.
Og tað gamla er vorðið ov gamalt.
Tí er brúk fyri størri eykajáttan til koppsetingar, enn biðið var um av fyrstan tíð.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur biðið fíggjanevndina um 800.000 krónur aftrat teimum tveimum milliónunum, sum fyrst var biðið um.
Koppingarevni og samsýningar dýrari
Biðið er um eykajáttan til at koppseta fyri koronu, pneumokokkar, RS koppseting til barnakonur, og ætlan er at víðka HPV-koppsetingina.
Haraftat vera koppingarevni og samsýningar dýrari.
Og framskrivingin í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027 til koppsetingar leggur ikki upp fyri hesum.
Pneumokokkar er bakteria, sum kann elva til ringa sjúku. Eitt nú meningitis.


























