- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt rúsevnismál í rættinum

Føroya rættur viðger hesa vikuna stórt rúsevnismál, har tveir menn eru ákærdir.
Málið byrjar í dag og endar mikudagin.
Sambært ákæruritinum var ætlanin at gera minst 14,1 kilo av amfetamini og níggju litrar av GHB, eisini kallað G og fantasy.
Tað evnið hevur doyvandi virknað.
Ætlanin var at gera rúsevnini í einum verkstaði í Norðdepli.
Útgerð og kemikalium vóru keypt, men framleiðslan byrjaði ikki rættiliga, tí politiið tók annan mannin. Tað var 12. juli 2020.
Eisini ákærdir fyri hóttan og frælsistøku
Menninir eru danir, annar er 37 ár, og hin er 43 ár.
Teir eru eisini ákærdir fyri hóttan og frælsistøku.
Teir vístu, sambært ákæruritinum, tí, sum teir hóttu og tóku, eina høglbyrsu, sum lá í bili teirra.
Annar skal hava sagt, at hann var ikki bangin fyri at brúka byrsuna.
Menninir eru eisini ákærdir fyri onnur lógarbrot, serliga ferðslulógarbrot.
Teir nokta seg sekar.




























