Landssjúkrahúsið klárar at fíggja útreiðslur til serviðgerð uttanlands

Landssjúkrahúsið klárar at fíggja útreiðslur til serviðgerð uttanlands
Neyðugt verður tó við 800.000 kr., sum Heilsu- og orkumálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina um
Óvæntaðar útreiðslur gera, at brúk er fyri 6,8 milliónum aftrat til serviðgerðir uttanlands. Men Landssjúkrahúsið klárar at fíggja meginpartin. (Savnsmynd)
 
26.10.2026 - 09:17

Óvæntaðar útreiðslur gera, at brúk er fyri 6,8 milliónum aftrat til serviðgerðir uttanlands.

Men Landssjúkrahúsið klárar at fíggja nógv tað mesta við pengum, sum tað longu hevur.

Heilsu- og orkumálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina um 800.000 kr.

Landssjúkrahúsið sparir á kontuni H-bygningurin, tí flyting hagar er seinkað.

Psykiatriski depilin flytur í november. Fult virksemi verður tá í H-bygninginum. 

 


Psykiatriski depilin flytur í H-bygningin í november. 

 

Brúka minni til krabbameinsátøk

Krabbameinsátøk eru raðfest til átøk samsvarandi tilmæli frá Sjúkrahúsverkinum. 

Játtanin er 2,1 mió. kr., men væntandi vera bara 1,6 mió. kr. brúktar í ár. 

Og avlop er á kontuni, sum er avsett til serlæknar, tí seinar setanir gera, at stórt avlop verður, sigur Heilsu- og orkumálaráðið.

Partur av avlopinum verður brúktur til at stytta bíðilistar.

Men væntandi vera 700.000 kr. í avlopi í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672