Fimm fólk dripin við boga og píli í Noregi

Fimm fólk dripin við boga og píli í Noregi
Ein maður í Noregi hevur dripið fimm fólk og løstað tvey onnur við boga og píli í norska býnum Kongsberg
Ein maður skeyt í kvøld frá hond við boga og píli í norska býnum Kongsberg
Mynd: Scanpix  
 
13.10.2021 - 21:27

Løgreglan í norska býnum Kongsberg hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava dripið fimm fólk og løsta fleiri onnur við boga í píli í býnum. Millum tey løstaðu er ein løgreglumaður. 

Hetta upplýsir Øyvind Aas, sum er kanningarleiðari. 

Kongsberg

Frítekst tagging: 

Brotsgerðin hendi um fimm tíðina føroyska tíð. Hálvan tíma seinni kom løgreglan á staðið, og tá mátti løgreglan skjóta ávaringarskot eftir brotsmanninum, fyri at fáa hann at leggja vápnið, sum var ein bogi og pílar. 

Norska løgreglan kann ikki útihýsa, at tala er um yvirgang, men løgreglan heldur ikki, at tað eru fleiri brotsmenn, sum ganga leysir. 

Brotsmaðurin gekk rund í Kongsberg og skeyt eftir fólki við boga og píli, og millum annað var hann inni í einum mathandli. 

Enn veit løgreglan ikki, hví brotsmaðurin byrjaði at skjóta frá hond. 

Í morgin tekur ein nýggj stjórn við í Noregi. 

Kongsberg

Frítekst tagging: 

NRK SENDIR BEINLEIÐIS FRÁ STØÐUNI Í KONGSBERG. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595