- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland: Samgongusamráðingar byrja í morgin
Í morgin fara floksleiðararnir í SPD, Teimum grønu og Fríu demokratunum undir formligar samráðingar um at skipa stjórn í Týsklandi.
Formaðurin hjá sosialdemokratunum, Olof Scholz, sigur, at flokkurin er samdur um at fara undir samgongutinginar við Umhvørvisflokkin og Fríu demokratarnar.
Val til týska samveldistingið var 26. september, og síðani hava fleiri samgongumøguleikar verið nevndir.
SPD størsti flokkur
SPD gjørdist størsti flokkur á valinum við 25,7 prosentum av atkvøðunum. Konservativu flokkarnir, CSU og CDU, fingu 24,1 prosent.
Tey grønu fingu 14,8 prosent og Fríu demokratarnir 11,5 prosent.
SPD hevur tilsamans 206 sessir í samveldistinginum. Tey grønu og FDP fingu tilsamans 210 sessir.
Merkel gevst
Angela Merkel úr CDU hevur verið stjórnarleiðari seinastu 16 árini, men hon gevst nú í politikki.
Eydnast tað sosialdemokratunum, Teimum grønu og Fríu demokratunum at skipa stjórn, er tað fyrstu ferð síðandi fimmti-árini, at tríggir flokkar mynda samgongu í Týsklandi.
Ein stóran part av síni stjórnartíð, stóð Angela Merkel á odda fyri eini stjórn, sum CDU/CSU og sosialdemokratarnir myndaðu.