Fámjinstunnilin einmælt samtyktur

Fámjinstunnilin einmælt samtyktur
Málið skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum.
Tunnilin til Fámjins við tilhoyrandi vegum skal í mesta lagi kosta 169 mió. kr.
 
26.10.2021 - 11:32

Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at gera tunnil til Fámjins.

Tá atkvøtt var við aðru viðgerð, atkvøddu øll 28 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, fyri uppskotinum.

Málið um Fámjinstunnilin skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum.

Øll fíggjarnevndin tók undir við upppskotinum.

169 mió. kr. 

Fíggjarkarmurin fyri verkætlanina er 169 mió. kr. 

Tunnilin verður 1,2 kilometrar langur. Ørðavíkarmegin verður gjørdur ein kilometur av atkomuvegi og Fámjinsmegin verða gjørdir 400 metrar

Tríggjar byggifyritøkur eru undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið at gera Fámjinstunnilin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961