El var ikki orsøkin til eldin á Tvøroyri, siga brunaserfrøðingar

El var ikki orsøkin til eldin á Tvøroyri, siga brunaserfrøðingar
Tríggir brunaserfrøðingar úr Danmark, sum hava kannað eldsbrunan á Tvøroyri í september, siga nú, at eingin elútbúnaður elvdi til eldin, sum kyknaði í kjallaranum
El var ikki orsøkin til eldin í einum húsum á Tvøroyri
Mynd: Savnsmynd  
 
05.11.2021 - 16:30

Talan var um stóran eld, tá eini hús brunnu á Tvøroyri í september. 

Tríggir brunaserfrøðingar úr Danmark, sum hava kannað eldsbrunan á Tvøroyri í september, siga nú, at eingin elútbúnaður, so sum vaskimaskina, elvdi til eldin, sum kyknaði í kjallaranum.

Hetta var ein vanligur kjallari, - ikki íbúð.

El var ikki orsøkin, siga serfrøðingarnir.

Teir kunnu tó ikki siga, hvør orsøkin so er.

 

Eigarin var ikki í oynni

Tann, sum eigur húsini, var ikki í oynni, tá eldur kom í. 

Eingin fólkaskaði var av hendingini, men húsini fóru illa.

Jaspur Vang sigur, at løgreglan hevur alla tíðina viðgjørt málið sum illgrunasamt, men eingin er handtikin, og eingin er skuldsettur.

Kanningarnar halda fram. 

Avhoyringar hava verið, og kannað er, hvar fartelefon og bilur hjá tí, sum er undir illgruna, vóru 18. september, sigur Jaspur Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961