AB flytur upp

AB flytur upp
1-1 javnleikurin millum B71 og AB Inni í Dali á Sandi var nokk hjá argjamonnum, sum næsta ár spæla í bestu fótbóltsdeildini við monnum
 
07.11.2021 - 15:48

Spenningurin var øgiligur, tá B71 og AB spældu um uppflytingina til bestu fótbóltsdeildina við monnum í alt avgerandi dystinum Inni í Dali á Sandi í dag. 

Talan bleiv eisini um ein sera javnan dyst, ið eisini endaði við javnleiki 1-1. 

B71 koma á odda við einum málið, ið kviki Tjiani Mohammed skoraði úr spiskum vinkli í vinstru síðu. Málið noyðist málverjin hjá AB, Anders Nagel, nokk taka málið á sín kappa. 

B71

AB trýsti tað, ið var eftir av fyrra hálvleiki, og tað endaði eisini við, at Teitur Jóannesarson fekk kroyst bóltin inn um væl leikandi Jóhan Herálvur Hentze í B71-málinum, eftir at bólturin støkk út aftur í spæl eftir eitt fríspark. 

 

Fjálturstundið spæl

Seinni hálvleikur líktist fyrra, har AB hevði bóltin meira, meðan B71 spældi meira beinleiðis móti málinum. 

Nógv stóð upp á spæl, og tað sást aftur í spælinum hjá báðum liðunum, ið var nokk so fjálturstungið.  

B71 burdi havt lagt seg fram um, tá Klayver Nascimento stútaði eitt horna framvið málið úr fimm metra frástøðu.

AB hevði eisini sínar hálvu møguleikar, men einki mál spurdist burturúr. 

Dysturin endaði 1-1, og tað var nóg mikið hjá AB, sum sostatt flytur upp og skal spæla í bestu deildini næsta ár. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672