Kina og USA samstarva um at avmarka útlátið

Kina og USA samstarva um at avmarka útlátið
Avtalan verður hildin at vera stórt framstig at finna semju á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er vertur fyri COP26-ráðstevnuni í Glasgow. Her sæst hann saman við António Guterres, ST-aðalskrivara.
Mynd: RitzauScanpix  
 
11.11.2021 - 08:48

Kina og USA siga seg fara at samstarva um at minka útlátið av veðurlagsgassum fyri 2030.

Tað boðaðu londini frá á COP26-ráðstevnuni í gjárkvøldið, og tað kom óvart á tey flestu.

Avtalan millum Kina og USA verður hildin at vera eitt stórt stig á leiðini at finna eina semju um veðurlagsbroytingarnar á ráðstevnuni í Glasgow, sum eftir ætlan endar í morgin.

- Eg fegnist um góðu boðini sum samstarv ímillum USA og KIna, sum eru londini ið dálka mest, og sum nú vilja samstarva, sigur aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres á Twitter.

- At taka við avbjóðingunum á veðurlagsøkinum krevur altjóða samstarv, og samstarvið ímillum USA og Kina er eitt týdningarmikið stig á røttu kósini, sigur Guterres.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659