Seinasti forsetin undir apartheid deyður

Seinasti forsetin undir apartheid deyður
Frederik Willem de Klerk var forseti í Suðurafrika frá 1989 til 1994, tá Nelson Mandela gjørdist forseti
Frederik Willem de Klerk var seinasta forseti undir apartheid-stýrinum í Suðurafrika. Hann læt eisini Nelson Mandela leysan úr fongsli.
Mynd: RitzauScanpix  
 
11.11.2021 - 11:32

Frederik Willem de Klerk, sum var seinasti forseti undir apartheidstýrinum í Suðurafrika, er deyður, 85 ára gamal, skriva Reuters og Ritzau. 

Hann var forseti í Suðurafrika frá 1989 til 1994. 

de Klerk læt frælsisstríðsmannin, Nelson Mandela, leysan, og teir báðir fingu eisini friðarheiðursløn Nobels í 1993 fyri arbeiðið at taka apartheidstýrið í Suðurafrika av.

Mandela sat í fongsli í 27 ár, og var latin leysur í 1990.

Høgra hond hjá Mandela

de Klerk var formaður í Tjóðskaparflokkinum, sum setti apartheid-skipanina í gildi í Suðurafrika í 1940-árunum. 

Flokkurin hjá Nelson Mandela, ANC, vann stórsigur á valinum í 1994. Hetta var fyrsta valið í Suðurafrika, har tey svørtu eisini høvdu valrætt. 

Eftir valið skipaðu ANC og Tjóðskaparflokkurin samgongustjórn, og eitt skifti var de Klerk høgra hond hjá Nelson Mandela, sum var forseti til 1999.

Mandela doyði í desember 2013. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375