Eystari landsrættur staðfest dóm fyri skottilburð í Miðvági

Eystari landsrættur staðfest dóm fyri skottilburð í Miðvági
Maðurin fekk sjey ára fongsul í nevningatingi í Føroya rætti fyri at skjóta eftir politinum
Skottilburðurin var í Miðvági í 2019. Nú hevur landsrætturin staðfest dómin í Føroya rætti.
 
11.11.2021 - 12:59

Eystari landsrættur hevur staðfest dómin, sum ein maður fekk í einum nevningatingi í Føroya rætti í vár.

Maðurin fekk sjey ára fongsulsrevsing fyri at skjóta eftir politinum í Miðvági í desember í 2019.

Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi í mai mannin, sum tá var 37 ár, sjey ára fongsulsrevsing.

Hann kærdi alt fyri eitt dómin til Landsrættin, tí hann helt, at sjey ár eru ov nógv.

Men tað helt Eystari landsrættur ikki. Eitt nevningating í Landsrættinum staðfesti dómin.

Ákæruvaldið kravdi níggju ár. Verjin kravdi í fyrsta umfari frídøming og í øðrum umfari linari dóm enn sjey ár..  

Maðurin er dømdur fyri drápsroynd og fyri at hava vápn og lóður ólógliga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928