Veðurlagsavtalan er ov óítøkilig og fer ikki at røkka sínum endamáli

14.11.2021 - 18:39
InnlendisUmhvørvi
Veðurlagsavtalan er ov óítøkilig og fer ikki at røkka sínum endamáli
Veðurlagsavtalan, sum var gjørd ímillum tey 196 luttakandi londini á veðurlagsfundinum í Glasgow, fer ikki at røkka sínum endamáli við núverandi støðu, sigur Andrea Vang
Andrea Vang, masterlesandi í veðurlagsbroytingum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn

Í gjárkvøldið blivu tey 196 londini, ið hava luttikið á veðurlagstoppfundi í Glasgow seinastu tvær vikurnar, loksins samd um eina avtalu. 

Tað hevur verið sagt, at COP26 ráðstevnan fór at vera tað týdningarmiklasta fyri at røkka málinum, ið parísavtalan setti. 

Verður hugt at átøkunum í avtaluni, so er lítið, sum bendir á, at so verður. Tað sigur Andrea Vang, masterlesandi í veðurlagsbroytingum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

 

Í fyrstu syftu var líkt til, at nýtslan av koli heilt skuldi halda uppat. 
Men eftir áheitan frá India var hesin parturin í allar seinastu løtu broyttur, soleiðis, at heldur enn at leggja upp til at gevast við nýtsluni av koli, so verður nú í avtaluni lagt upp til at minka um nýtsluna av koli.  

Um hugt verður eftir batum í avtaluni, so er, sambært Andreu Vang, tíðarramman, ið londini hava sett sær, avgjørt ein bati. Tí londini hava sett sær fyri at hittast hvørt ár fyri at kanna, um londini liva upp til málini í avtaluni.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494