Biden og Jinping hava talgildan toppfund í kvøld

Biden og Jinping hava talgildan toppfund í kvøld
Støðan er spent millum londini, men longu nú tykist vera greitt, at hvørgin parturin er sinnaður at gera neyðsemju
Kinesiski forsetin, Xi Jingping, og amerikanski starvsbróðirin, Joe Biden, hava toppfund á netinum í kvøld.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.11.2021 - 15:31

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og kinesiski starvsbróðir hansara, Xi Jinping, fara í kvøld at hava talgildan toppfund, sum hevur til endamáls at linka spentu støðuna millum londini.

Men longu nú tykist vera greitt, at hvørgin parturin er sinnaður at gera neyðsemju.

Ein embætismaður í umsitingini hjá Joe Biden sigur, at amerikanski forsetin fer at leggja dent á, at "Kina noyðist at halda spælireglurnar, sum eru galdandi fyri eina tjóð, ið vísir ábyrgd."

Roknað verður við, at toppfundurin á netinum fer at vara í fleiri tímar, og ætlanin er fáa ásett reglur fyri kappingarstøðuna millum Kina og USA í framtíðini.

Hava tosað í telefon

Biden og Jinping hava tosað tvær ferðir saman í telefon, síðani Biden gjørdist forseti.

Og sambært Hvítu húsunum er fundurin í kvøld sera væl fyrireikaður.

Amerikanski forsetin hevur funnist at Jinping fyri ikki at hava verið við á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, sum endaði um vikuskiftið.

Kommunistaflokkurin í Kina samtykti í síðstu viku eina søguliga yvirlýsing, sum gevur forsetanum eina serliga politiska støðu, samstundis sum Jinping fær betri rásarúm at stýra Kina næstu árini.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659