Breddin: Uppsjóvarkvotur til virki á landi

Breddin: Uppsjóvarkvotur til virki á landi
Tvey evni eru í sendingini í dag
Breddin vitjar Tavuna í Leirvík, sum hevur fingið uppsjóvarkvotu.
 
18.11.2021 - 09:04

Hví skal eitt virki á landi fáa kvotur av uppsjóvarfiski? Og hvat merkir tað, tá kvotan verður latin til "vinnuligar royndir til menning og nýskapan"?

Breddin vitjar í dag eitt av virkjunum, Tavuna í Leirvík, sum fyrr í heyst fekk burtur av hesum umstríddu kvotum.

Í dag kemur nýggj skipan í gildi, sum ger tað lættari hjá arbeiðsgevarum at heinta arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES.

Vit tosa við Magnus Rasmussen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um hetta.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904