VIDEO: Nýggj útvarpssending úr Suðuroynni mikukvøldið kl. 19

VIDEO: Nýggj útvarpssending úr Suðuroynni mikukvøldið kl. 19
Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen vera vertir á nýggjari, beinleiðis útvarpssendingini "Café Salt", ið verður send úr Salt á Drelnesi mikukvøldið klokkan 19
Uni Leitisstein Hansen
Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen vera vertir í Café Salt
22.11.2021 - 19:42

Café Salt er undirhalds- og mentanarsending, sum Kringvarp Føroya og Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri skipa fyri eina ferð um mánaðin.

Sent verður beinleiðis í tveir tímar frá kaffistovuni í Salt, og fyrstu ferð er nú ónskvøldið 24. november kl. 19.00.

Fólk eru vælkomin á gátt at hugna sær saman við fyriskiparunum, frásøgufólki, undirhaldarum og tónleikarum.

Salt

Frítekst tagging: 

 

Varpa ljós á Suðuroynna

"Fremsta endamálið við sendingini er at lýsa Suðuroynna í mentan, vinnu, trivnaði og virksemi av ymsum slagi," siga Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen, ið verða vertir í "Café Salt". 

Fróðarfólk fara at vitja Café Salt at siga søgur um sítt lív, onnur fara at greiða frá ymsum virksemi, ítrivum, ítrótti, meðan politikarar fara at fáa aðrar spurningar enn teir, ið landsmiðlarnir vanliga seta.

Í hvørjari sending verður livandi tónleikur.

Café Salt

Frítekst tagging: 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498