Kommunur á fundi við fíggjarnevndina um Suðuroyartunnilin

Kommunur á fundi við fíggjarnevndina um Suðuroyartunnilin
Í Húsavíkar bygdaráði er ikki semja um tunnilsleiðina til ætlaða Suðuroyartunnilin, men í Hvalbiar bygdaráði hevur tað størstan týdning, at undirsjóvartunnilin verður gjørdur.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal Suðuroyartunnilin fara úr Djúpadali í Sandoynni til Sandvíkar.
 
14.01.2026 - 13:00

Fyrrapartin hava umboð fyri Húsavíkar, Hvalbiar og Skúvoyar kommunu verið á fundi í fíggjarnevndini og sagt sína hugsan um uppskotið um Suðuroyartunnilin. 

Í Húsavíkar bygdaráði er ikki semja um tunnilsleiðina til ætlaða Suðuroyartunnilin, men í Hvalbiar bygdaráði hevur tað størstan týdning, at undirsjóvartunnilin verður gjørdur.

Poul Laust Christiansen, varaborgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur tað vera týdningarmikið at fáa undirsjóvartunnil til Suðuroyar gjørdan, og hann lítur á, at ein góð loysn verður funnin.

Anna Paulina Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, sigur, at meirilutin í bygdaráðnum hevur víst á aðra linjuføring Sandoyarmegin, enn ta, sum liggur á borðinum.

Hinvegin tekur Dávur Sørensen, bygdaráðslimur, undir við valdu linjuføringini.

Anna Paulina Olsen fegnast um, at innlitslógin ætlandi skal vera galdandi fyri verklagslógina fyri Suðuroyartunnilin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindununum:

 

14012026_Suduroyartunnil

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302