Biden ávarar Putin

Biden ávarar Putin
Joe biden ávarar nú Russland um reyðu linjurnar, sum landið hevur sett í Ukraina. Hann óttast, at Russland ætlar at gera innrás í Ukraina innan stutta tíð.
Joe Biden, forseti í USA.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
04.12.2021 - 13:15

Joe Biden, forseti, segði, at hann ætlar at gera tað "sera, sera torført" fyri Russland at gera innrás í grannalandið.

Samstundis vilja amerikanskir miðlar vera við, at embætisfólk í fregnartænastuni óttast innrás í Ukraina tíðliga í 2022.

Sambært Ukraina hevur Russland vaksið um hermegina beint við markið, millum annað við umleið 94.000 hermonnum.

Eftir ætlan skulu Putin, forseti í Russlandi, og Biden, forseti í USA, tosa saman í vikuni. Talan verður um eina videouppringing. Biden sigur, at hann fer at hava eitt langt orðaskifti við Vladimir Putin, og ávarar um, at hann fer ikki at góðtaka nakrar "reyðar linjur".

Amerikanski forsetin vildi tó ikki siga, hvat ávíst USA fer at gera fyri at steðga Russlandi. Men bæði amerikonsk og ukrainsk embætisfólk siga, at álvarsom revsitiltøk móti Russlandi eru uppi at venda.

Oleksiy Reznikov, sum er verjumálaráðharri í Ukraina, sigur, at tað er mest sannlíkt, at Russland fer at gera innrás síðst í januar komandi ár. 

Bretski herovastin, generalur Sir Nick Carter, hevur eisini tosað um støðuna við Ukrainska markið í vikuni.

- Vit mugu vera á varðhaldi, um møguligar samanbrestingar í økinum. Eg vóni staðiliga, at tað ikki verður nakað kríggj við Russland, men Nato noyðist at standa klárt, um tað skuldi hent, segði bretski herovastin.

Tað skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537