Elisabeth millum tær bestu

Elisabeth millum tær bestu
Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag vann tvey heiðursmerki í Norðurlandakappingini fyri juniorar á stuttgeil, sum var í Svøríki um vikuskiftið
06.12.2021 - 18:36

Elisabeth Erlendsdóttir vann tvey heiðursmerki, tá Norðurlandakappingin fyri juniorar var í Svøríki um vikuskiftið.

Svimjarin úr Havnar Svimjifelag vann silvur í 100m ryggsvimjing, tá hon endaði ein hundraðpart av einum sekundi aftanfyri Alice Velden við tíðini 1:01.42.

Elisabeth Erlendsdóttir vann bronsuheiðursmerki í 200m ryggsvimjing við tíðini 2:14.29.

Umframt heiðursmerkini setti føroyski svimjarin fríggjadagin føroyskt juniormet á 50m-teininum við tíðini 28.63 í NJM-finaluni. Harvið tók hon metið upp á 28.75, sum Signhild Joensen setti í NJM-kappingini í Reykjavík í 2017.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065