Trailari rakti gentu við Streymin

Trailari rakti gentu við Streymin
Skaðin er so mikið álvarsligur, at gentan var flutt á ríkissjúkrahúsið
 
07.12.2021 - 13:52

Ein 12 ára gomul genta varð í gjárkvøldið rakt av einum trailara oman fyri Magnstøðina við Streymin.

Skaðin, sum gentan fekk, var somikið álvarsligur, at hon varð flutt á ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan.

Løgreglan upplýsir, at málið verður framvegis kannað, og at tað tekur tíð, tí fólk, sum vóru tætt at hendingini, hava tørv á sálarligari hjálp.

Løgregla og sjúkrabilur vóru í nánd

Løgreglan fekk boð um hendingina stutt eftir klokkan fimm í gjár. Bæði løgreglubilur og sjúkrabilur vóru skjót á staðið, tí teir vóru í nánd, har vanlukkan hendi.

Tað var myrkt í økinum, og tí er ikki lætt at siga, hvat orsøkin til óhappið var, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tí hevur løgreglan fleiri viðurskifti at kanna, áðrenn nøkur niðurstøða kann gerast.

Tá slíkar vanlukkur henda, er vanligt at bilurin verður kannaður á Akstovuni, og tað verður eisini gjørt í hesum førinum, tí bæði vognurin og stýrhúsið eru flutt til Akstovuna til kanningar, upplýsir vakthavandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391