Melduródn herjar í USA

Melduródn herjar í USA
Í býnum Mayfield í Kentucky eru fleiri fólk ikki komin afturíaftur, og væntað verður, at yvir 100 fólk hava latið lív
 
12.12.2021 - 10:33

Ógvuslig meldurónd hevur herjað í fleiri amerikonskum statum um vikuskiftið. 

Kentucky er lýst í undantaksstøðu.

Fleiri bygningar eru rapaðir, m.a. eitt eldraheim og ein fyritøka, har 110 fólk vóru á náttarvakt. Bara 40 teirra eru bjargað higartil. 

Melduródnin hevur oytt fleiri býlingar. Í Hopkins County vórðu tvey børn eftirlýst, eftir at ódnin hevði tikið heim teirra. Tey vórðu funnin aftur fleiri gøtur hiðani, sitandi í einum baðikari. 

Harðasta melduródn í mannaminni
- Hetta hevur verið harðasta nátt í søgu Kentucky. Nøkur øki eru so illa farin, at tað er trupult at seta orð á, segði guvernørurin, Andy Beshear, í samrøðu eftir ódnina, sambært BBC.

Joe Biden, forseti í USA, lýsir melduródnina sum eina ta ógvusligastu, sum nakrantíð hevur rakt. 

- Hetta er ein sorgarleikur. Vit vita framvegis ikki, hvussu nógv menniskju hava latið lív, og hvussu stóran skaða ódnin annars hevur gjørt, segði forsetin í eini viðmerking við miðlar í gjárkvøldið. 

Tað eru framvegis ávaringar um melduródnir í fleiri statum í USA, m.a. í Arkansas, Tennessee, Missouri og Illinois.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375