Føroya Arena biðið løgtingið um 30 mió. kr. í stuðli

Føroya Arena biðið løgtingið um 30 mió. kr. í stuðli
Tórshavnar býráð hevur givið tilsøgn um 108,6 mió. kr. í stuðli, og fólkatingið hevur játtað 30 millónir
Stórhøllin í Hoyvík er mett at kosta 217,8 mió. kr. 
 
13.12.2021 - 10:31

Føroya Arena hevur søkt løgtingið um 30 mió. kr. í stuðli. 

Høllin er mett at kosta 217,8 mió. kr. 

Tórshavnar býráð hevur givið tilsøgn um 108,6 mió. kr. í stuðli, og fólkatingið hevur játtað 30 millónir.

Hin helvtin av íløguni verður ætlandi fíggjað við stuðli frá landinum, grunnum og vinnufyritøkum í Føroyum og uttanlands, siga tey, sum skipa fyri.

Skal vera skuldarfrí

Føroya Arena í Havn fer at hava slakar 200.000 kr. í vinningi um árið.

Tað vísir fíggjarætlanin hjá tiltakinum.

Inntøkan verður 4,5 mió. kr. og útreiðslurnar 4,3 milliónir. Tá er góð hálv millión, sum skal í ein viðlíkahaldsgrunn, tald við.

Ætlanin er fíggja høllina við stuðli, so hon verður skuldarfrí, tá hon verður tikin í brúk seinnapartin í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Guðstænasta
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672