Løgmaður vil hava tíð at umráða seg

Løgmaður vil hava tíð at umráða seg
Johan Dahl vil ikki samstarva við Miðflokkin, sum í sínum lagi skýrir Sambandsflokkin og Fólkaflokkinum at vera illoyalan móti samgonguskjalinum.
20.12.2021 - 20:32

Bárður Nielsen, løgmaður, vil hava tíð at umráða seg eftir hørðu samanbrestirnar í samgonguni ídag.

Samgonguleiðarin stendur í tí støðu, at tingmaðurin Johan Dahl ikki vil halda fram í eini samgongu við Miðflokkin.

Og eftir fund í Miðflokkinum seinnapartin boðar flokkurin frá, at bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað.   

Afturat tí kemur støðan í Fólkaflokkinum, har ruðuleiki valdar, eftir at tvey landsstýrisfólk løgdu frá sær fyri at taka aftur sínar løgtingstingsessir. 

Bárður Nielsen var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065