VIDEO: Jólatræið hjá Helga er úr LEGO

VIDEO: Jólatræið hjá Helga er úr LEGO
8000 LEGO-kubbar, og 150 tímar, skuldu til, fyri at byggja eitt jólatræ í fullari stødd úr LEGO
Helgi Toftegaard
Jólatræið hjá Helga Toftegaard, og alt jólapyntið á tí, er úr LEGO
23.12.2021 - 16:22

Við fyrsta eygnakast, so líkist jólatræið hjá Helga Toftegaard øllum onnur jólatrøum. 

Men fert tú tættari, so verður tær greitt, at jólatræið hjá Helga, sum stendur í heimi hansara í Brønshøj í Danmark, als ikki er sum onnur jólatrø.

Jólatræið hjá Helga er neviliga bygt úr LEGO. 

 

Roynt fleiri ferðir

"Eg fekk hugskotið fyri trimum árum síðani: Guð viti, um tað ber til at byggja eitt jólatræ í fullari stødd úr LEGO?" greiðir Helgi Toftegaard, ið er ættaður úr Fuglafirði, frá. 

Eftir fleiri royndir, so kom Helgi fram til, at lættasti mátin at gera eitt jólatræ úr LEGO var at hava ein træpin sum bul. 

"Technic-kubbar eru síðani drignir gjøgnum hol í bulinum, og so eru greinarnar festar á teir."

Allar greinarnar eru bygdar eftir somu skabelón, men hava ymiska longd, og tað tók Helga 20 tímar at menna skabelónina og gera ljósini. 

 

Ung við autismu bygdu

Ung við autismu, sum eru knýtt at SPECIALISTERNE, ið er ein sosialbúskaparlig fyritøka, sum gagnnýtir serligu evnini hjá fólki við autismu, hava bygt jólatræið. 

"Tað tók teimum ungu 150 tímar at byggja jólatræið, ið hevur verið útstillað í eitt nú sýnisglugganum hjá BR á Strøgnum í Keypmannahavn," sigur Helgi Toftegaard. 

8000 LEGO-kubbar eru brúktir til jólatræið, og allar greinarnar kunnu takast av, so jólatræið passar í nakrar flytikassar. 

Helgi Toftegaard

Frítekst tagging: 

Helgi Toftegaard hevur millum annað bygt LEGO-útgávuna av Glasi, ið stendur úti í sjálvum Skúladeplinum í Marknagili. 

 

LEGO fjepparar

Helgi Toftegaard og hansara LEGO-bygging eru ikki ókent í Føroyum.

Helgi hevur í fleiri førum víst síni kynstur at byggja úr LEGO á torginum í SMS, og tá hava ung frá SPECIALISTERNE onkuntíð verið við.

Nú hava Rene Askham og Helgi Toftegaard eisini stovnað ein Facebook-bólkur fyri LEGO fjepparar í Føroyum, og hann eitur stutt og greitt "LEGO fjepparar"

"Málið er at savna aðrar føroyskar LEGO-fjepparar, og tað er ætlanin at leggja nærmyndir av greinum og pynti inn á bólkinum um jólini," sigur Helgi. 

 

>> HOYR SAMRØÐU VIÐ HELGA OG RENE Í GÓÐAN MORGUN FØROYAR Í 2019 Í SAMBANDI VIÐ LEGO-FRAMSÝNING Í SMS

Sí eisini video frá somu framsýning í SMS. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097