Innbrot á Zarepta

Innbrot á Zarepta
Í gjárkvøldið var innbrot á Zarepta. Vakmyndatólini hava givið eina góða ábending um, hvørji tað vóru, sum brutu inn, og løgreglan hevur sett nøvn á fleiri teirra
Innbrot hevur verið á Zarepta í gjár, har tjóvarnir eftir øllum at døma vóru eftir frystigóðsi
 
26.12.2021 - 10:39

Um hálvgum níggju tíðin í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at innbrot var framt á Zarepta í Vatnsoyrum.

Tey, sum høvdu brotið inn, høvdu brotið ein rút.

Vakmyndatólini hava givið eina góða ábending um, hvørji tað vóru, sum brutu inn. Fólk komu í tveimum bilum, og løgreglan hevur skrásetingarnummurini á báðum bilunum. Á vakmyndatólunum síggjast eisini fleiri fólk, og løgreglan hevur sett nøvn á fleiri av innbrotstjóvunum.

Eftir øllum at døma vóru tjóvarnir farnir eftir frystigóðsi.

Tey, sum hava brotið inn, verða skuldsett fyri stuldur og fyri at gera seg inn á annan mans ogn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011