Føroyar skifta ikki lit

bannari
Føroyar skifta ikki lit
Hóast smittutølini eru farin upp um 75 hvønn dag, og Føroyar áttu at blivið reyðar í koronaferðsluljósunum hjá myndugleikunum, so verða Føroyar fyribils gular
Hóast tað eru yvir 75 smittað um samdøgrið, so skifta Føroya ikki lit í koronaferðsluljósunum hjá myndugleikunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.12.2021 - 11:03

Smittutølini seinastu dagarnar hava tíverri verið vaksandi.

Í gjár vóru heili 180 nýggir smittutilburðir staðfestir.

Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at hetta fyribils ikki fær ávirkan á støðu Føroya í koronaferðsluljósunum hjá myndugleikunum, hóast talið av smittaðum er oman fyri 75 um dagin. 

Tað eigur at merkja, at Føroyar nú eru reyðar. 

Føroyar eru í løtuni á einum herdum gulum ljósi í koronaskipanini. 

 

Tamarhald á støðuni

Liturin skiftir ikki, tí tamarhald er á støðuni, boðar Løgmansskrivstovan frá í tíðindaskrivinum. 

"Í løtuni er tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum, umframt at talið av innleggingum er lágt. Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum."

Gjørt verður eisini vart við, at landsstýrið fylgir alla tíðina neyvt við gongdini og hevur leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina.

"Versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan," stendur í tíðindaskrivinum. 

 

Eftirmeta markið

Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í Delta frábrigdinum.

"Smittustøðan er framvegis álvarsom. Heitt verður á øll um framhaldandi at virða tilmælini," stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni. 

Soleiðis sóu koronaferðsluljósini upprunaliga út. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502