Bilar skolaðir oman á Kirkju

Bilar skolaðir oman á Kirkju
Annar bilurin er kílaður fastur í trappuni oman móti sjónum
Annar bilurin er skolaður upp um brimgarðin og er kílaður fastur í trappunum oman móti sjónum.
Mynd: Jógvan Páll Poulsen  
 
04.01.2022 - 14:47

Tveir bilar eru skolaðir oman á Kirkju í Fugloy.

Bilarnir eru farnir við briminum tíðliga í morgun, og eru skolaðir einar 20 metrar oman.

Annar bilurin er settur, og hevur onga nummarplátu, men hin verður brúktur sum vanligt.

Báðir bilarnir hava fingið stóran skaða, og eru at kalla vrak, sigur Jógvan Páll Poulsen, sum býr á Kirkju. 

Skolaði upp um brimgarðin

Annar bilurin er skolaður upp um brimgarðin og er kílaður fastur í trappunum oman móti sjónum.

(Mynd: Jógvan Páll Poulsen)

Enn er nógv brim á Kirkju, og onki verður gjørt fyri at fáa bilarnar niðan aftur, fyrr enn veðrið batnar.

Tað hevur verið av ringasta veðri á Kirkju á kirkju. Ein tekja reiv, men hon er gjørd aftur. 

Í Hattarvík er nakað av klædningi farin av tveimum húsum, og ein gamal hjallur er koppaður.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904