Inger Støjberg stillar ikki upp til formansvalið í DF

Inger Støjberg stillar ikki upp til formansvalið í DF
Leingi hevur verið gitt, at Inger Støjberg fór at stilla upp til formansvalið í Danska Fólkaflokkinum, men í dag boðar Inger Støjberg frá, at hon verður ikki valevniat hon verður ikki valevni.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.01.2022 - 15:27

Inger Støjberg, sum fyrr hevur verið partur av danska Vinstraflokkinum, fer ikki at stilla upp til formansvalið í Danska Fólkaflokkinum. Tað váttar hon í boðum til TV2 í dag.

- Tað er hervið váttað, skrivar Inger Støjberg til TV2.

Floksskrivarin hjá Danska Fólkaflokkinum, Steen Thomsen, sigur við TV2, at Inger Støjberg verður ikki formansvalevni hesaferð. Hon er heldur ikki limur í Danska Fólkaflokkinum, og hon hevur ikki tikið av tilboðnum um starvið, sum floksleiðslan hevur bjóðað henni.

Takkar fyri stuðulin

Fyrr í dag sendi Støjberg ein teldupost til allar fólkatingslimirnar og tey, sum starvast hjá Danska Fólkaflokkinum. Hon takkar fyri stuðulin, ið hon fekk, tá ið ríkisrættarmálið var herfyri.

Í teldupostinum skrivar Inger Støjberg eisini, at hon gleðir seg til at gerast partur av Fólkatinginum aftur, á ein ella annan hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918