Sólvit Nolsø vil arbeiða fyri javnstøðu, men hevur onga meining um sammøður

11.01.2022 - 10:56
InnlendisPolitikkur
Sólvit Nolsø vil arbeiða fyri javnstøðu, men hevur onga meining um sammøður
Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum ásannar, at javnstøða er ein avbjóðing, sum hann vil arbeiða fyri at bøta um. Hinvegin vil hann ikki siga sína meining um sammøður
Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, fór ikki úr Kringvarpi Føroya og í Fólkaflokkin fyri at enda í landsstýrinum. "Eg kom dettandi inn í hetta," sigur hann.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

36 ára gamli Sólvit Nolsø kom dettandi inn í politikk, tá hann í síðstu viku tók við sum landsstýrismaður í almannamálum.

"Kenslan er enn eitt sindur tann sama, at eg kom dettandi inn í politikkin upp á hendan mátan, tí tá eg fór úr Kringvarpinum at arbeiða fyri Fólkaflokkin, var málið ikki at enda sum politikari," sigur Sólvit Nolsø.

Sólvit Nólsø endaði í landsstýrinum í einari telving í Fólkaflokkinum, sum kom í kjalarvørrinum á rumblinum um málið um sammøður.

Men nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum vil ikki siga, hvat hann meinar um sammøður-málið. 

"Eg taki sjálvandi undir við tí, sum løgtingið hevur samtykt, og fari at fremja tær broytingar, sum løgtingið hevur heitt á landsstýrið um at fremja. Men tað vildi verið øgiliga skeivt av mær at úttalað meg um eitt kjak, sum hevur verið, serliga tí málið er so eldfimt í mínum egna flokki."

Sandoyar Fólkafloksfelag vil tó ikki kennast við Sólvit Nolsø, sum er hálvur dalbingur og hálvur heimasandsmaður, men tað tekur Sólvit Nolsø ikki so tungt. 

Her er ein longri samrøða við Sólvit Nolsø.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497