Indonesia fær nýggjan høvuðsstað

Indonesia fær nýggjan høvuðsstað
Høvuðsstaðurin flytur úr Jakarta til Nusantara í økinum Kalimantan, sum er á oynni Borneo
Kalimantan á Borneo verður nýggjur høvuðsstaður í Indonesia.
 
18.01.2022 - 10:07

Jakarta skal ikki longur vera høvuðsstaður í Indonesia.

Tað skrivar DR í dag.

Í 2019 legði indonesiski forsetin, Joko Widodo, fram eina ætlan um at flyta høvuðsstaðin til býin Nusantara, sum er í økinum Kalimantan á oynni Borneo. Nú hevur indonesiska tingið góðkent ætlanina.

Sambært Joko Widodo, forseta, verður Nusantara høvuðsstaður, tí býurin liggur betur fyri og er ikki so nógv hóttur av náttúruvanlukkum, ferðslutrupulleikum og dálking, sum Jakarta er.

Men umhvørvisfólk stúra fyri, at trupulleikarnir, sum eru í Jakarta, eisini fara at oyðileggja ríka náttúru- og djóralívið á Borneo, Nusantara gerst høvuðsstaður í Indonesia   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290