Klokkuflytingarnar kunngjørdar

Klokkuflytingarnar kunngjørdar
Í ár er summartíðin millum 27. mars og 30. oktober. Klokkan verður flutt ein tíma fram 27. mars og ein tíma aftur 30. oktober
Klokkan verður flutt ein tíma fram 27. mars og ein tíma aftur 30. oktober
Mynd: Shutterstock.com  
 
24.01.2022 - 09:48

Í álmanakkum er klokkuflytingin longu komin, men kunngerðin um summartíð 2022 og 2023 kom fríggjadagin.

Í ár er summartíðin millum 27. mars og 30. oktober.

Klokkan verður flutt ein tíma fram 27. mars og ein tíma aftur 30. oktober. 

Lógin um summartið er frá 1980.

 

Ráðharraráðið vrakaði avgerð 

Í 2019 samtykti ES-tingið, at frá 2021 skuldu limalondini í ES sjálv gera av, um tey vilja hava vetrartíð ella summartíð alt árið.

Men hetta bleiv av ongum í fjør.

Ráðharraráðið tók ikki undir við avgerðini hjá tinginum.

 

Fólk vilja av við klokkuflytingina

ES-nevndin kom í 2018 við uppskoti um at taka av skipanina við vetrartíð og summartíð.

Tað varð gjørt eftir eina almenna hoyring, har 4,6 milliónir fólk í ES blivu spurd. 

84 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey vilja, at skipanin verður tikin av.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817