Fólk í gamla Eik meldað til Bakmanspolitiið

Fólk í gamla Eik meldað til Bakmanspolitiið
Fíggjareftirlitið kunngjørdi fyrrapartin frágreiðingar sínar um P/f Eik Banka og Eik Bank Danmark.
Stór lán til fastognir og bygging og ein veik kredittstýring vóru orsøkin til fallið hjá Eik, verður sagt í frágreiðingini, sum Fíggjareftirlitið hevur gjørt.
 
04.07.2013 - 12:45
Fíggjareftirlitið hevur meldað fólk, sum vóru í gamla Eik Banka, til Bakmanspolitiið fyri viðurskifti í danska dótturbankanum, Eik Bank Danmark.
 
Fíggjareftirlitið upplýsir ikki, hvør er meldaður, ella hvussu nógv eru meldað, og heldur ikki fyri hvat, tey eru meldað, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri hjá Fíggjareftirlitinum, við Útvarpið. 
 
Fíggjareftirlitið kunngjørdi fyrrapartin frágreiðingar sínar um P/f Eik Banka og Eik Bank Danmark.
 
Stór lán og veik kredittstýring
 
Stór lán til fastognir og bygging og ein veik kredittstýring vóru orsøkin til fallið hjá Eik. Tá fíggjarkreppan kom í 2008, gjørdist torførari, enn teir báðir Eik bankarnir væntaðu, hjá viðskiftafólkunum at byggja liðugt. 
 
Prísurin fyri bygningar lækkaði eisini, og gjørdi, at lánini í teimum gjørdust ov stór. Kortini vórðu nógv lán hækkað eftir 2008. 
 
Fíggjareftirlitið sigur, at Eik samtakið lænti alt ov nógvar pengar til fastognir fram til 2008, so nógvar, at vandi hevði verið á ferð, hóast eingin kreppa var komin í 2008. Fíggjareftirlitið nevnir eisini sambandið millum Eik Grunnin og Eik Banka, sum ikki var so heppið fyri bankan. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891