Gekkur

Gekkur
Gekkurin er fyltur 25 ár, og í tí sambandi hevur hann fingið nýggjan ham og nýggjar og størri vinningar. Vit vóru við til hátíðarhaldið
Fleiri av teimum, sum hava verið vertir í Gekkinum seinastu 25 árini, eru vorðin ímyndin av bingospælinum. Tey, ið eru vertir í dag, hava verið við síðan 2006
Áleið 120 milliónir krónur eru vunnar í Gekkinum samanlagt, umframt ein ørgrynna av lúkuvinningum
- Tað var ein stuttlig tíð, men alt uppmerksemið, sum fylgdi við, var eg ikki fyrireikað uppá, sigur Anja Skaale, sum var lúkudama í Gekkinum tvey tey fyrstu árini.
- Eg trúði ikki, at mann kundi blíva so kendur av bara at lesa nøkur bingotøl upp í sjónvarpi, sigur Rudolf Joensen, sum fyrstu átta árini var Gekkavertur.
Ramdidi ramdam ram bam bei ella okkurt líknandi. Flest øll munnu hava sungið ella murrað gekkasangin onkuntíð. Ta fyrstu tíðina var hann enntá væl umtóktur í býarlívinum
Telefonir við antennu, stórir sjónvarpskassar og handlar, ið ikki eru til meir. Mangt er broytt í hesi 25 árini, síðan Gekkurin á fyrsta sinni varð sendur
Fyrst krússapotturin, síðan minni Gekkurin og triðju ferð stóri Gekkurin. Hepnið var av sonnum við einum gekkavinnara, sum var í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum í 1998
Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi. Fyrstu mongu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna
Bilur, luksus-cruise við lummapeningi og enn størri upphæddir á gekkahjólinum eru millum stóru broytingarnar, nú Gekkurin fer at halda 25 ára føðingardag fríggjakvøldið

Gekkur

Gekkurin er nú
1.900.000
KRÓNUR
Gekkatølini 14-02-2025:
1. spæl:
10-2-26-32-40-52-3-83-8-79-48-77-9-39-20-6-35-31-29-68-38-7-81
2. spæl:
11-42-67-46-59-90-64-72-48-62-43-53-7-33-21-14-44-54-17-57
3. spæl:
16-41-60-89-32-63-75-35-40-52-64-27-3-58-36-49-6-30-90-74
4. spæl:
34-68-38-54-24-82-18-55-48-56-61-25-59-31-81-10-29-88-51-12-33-2-66-39-17-85-57-11-87-1-77-15-22-84-42-80


Spælireglur

Í trimum teimum fyrstu spølunum vinna tey, sum fáa fult rað. Øll, sum fáa fult rað, vinna eina peningaupphædd. Tey, sum eru fyrst at ringja inn og sleppa ígjøgnum, sleppa at velja ein bókstav. Handan bókstavin eru nakrir vinningar at velja ímillum.

Virðið á vinningunum handan bókstavirnar er annaðhvørt umleið 2000, 4000 ella 6000 krónur.

Í síðsta spælinum vinna tey, ið fáa fulla plátu. Her er sama galdandi, at øll, ið vinna, fáa eina peningaupphædd. Í síðsta spælinum er tó bert ein, ið sleppur ígjøgnum til sjónvarpsstovuna.

Tann, ið sleppur ígjøgnum, skal draga gekkahjólinum, og hevur møguleika at vinna stórar upphæddir. Størsti vinningurin er gekkapuljan.

Størsta upphæddin, ið er vunnin, er 3.400.000,00 krónur. Tað var fríggjakvøldið 3. august 2018.

Um sendingina

Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðil/seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19:00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Hvør seðil kostar 40,00 krónur.

Søgan

Gekkurin var fyrstu ferð á skránni í februar 1997, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum, og tá vóru eisini tvær gekkapuljur.

Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knapparnar á telefonini. Samstundis bleiv avgerð tikin um minka gekkapuljarnar til eina størri heldur enn tvær minni.

Senditíð

Spælið Gekk hvørt fríggjakvøld klokkan 19:45. Gekkahefti kunnu keypast til klokkan 19 fríggjakvøld í flestu kioskum og matvøruhandlum um landið.

Gev gætur

Vit gera vart við, at spælir tú Gekk og fylgir við beinleiðis á heimasíðuni – har Gekkurin verður stroymdur - kann vera seinking á signalinum.


Gomul Gekkaspøl