Noreg setur Taliban krøv

Noreg setur Taliban krøv
Gentur skulu sleppa aftur í skúla í Afganistan, neyðhjálp skal sleppa inn í landið, og mannarættindi skulu virðast
Umboð fyri Taliban-stýrið í Aghanistan hava verið í Noregi á vitjan seinastu dagarnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.01.2022 - 09:08

Norska stjórnin hevur sett krøv til sendinevndina hjá Taliban, sum seinastu dagarnar hevur vitjað í Norra.

- Vit hava sett greið krøv til Taliban í samrøðunum, sum hava verið í vikuni.

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, úr Arbeiðaraflokkinum.

 

Gentur aftur í skúla

Hon sigur, at samrøðurnar eru ein byrjan, og at tónin hevur verið púra greiður.

Á listanum yvir krøv er millum annað, at gentur yvir 12 ár skulu sleppa aftur í skúla í Afganistan. Esini skulu neyðhjálparfelagsskapir sleppa inn í landið at veita neyðhjálp. Allir afganar skulu hava atgongd til mat og heilivág, og mannarættindi skulu virðast.

- Nú fáa vit at síggja, um teir gera tað, sigur Anniken Huitfeldt, uttanríkisráðharri, við tíðindastovuna NTB.

 

Anniken Huitfeldt er uttanríkisráðharri í Noregi. (Mynd: Aftenposten)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963