Tjóðveldi stillar longu upp til løgtingsvalið

Tjóðveldi stillar longu upp til løgtingsvalið
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur uppstillingarfund í Hósvík í annaðkvøld
Rógv Nybo er formaður í aðalstjórnini í Tjóðveldi.
Mynd: Mynd av Facebook-vanga  
 
26.01.2022 - 12:57

Tjóðveldi brynjar seg longu til valstríð upp undir næsta løgtingsval. 

Og tað ger flokkurin í Hósvík. 

Tí í annaðkvøld bjóðar Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til fyrsta uppstillingarfund í bygdini. 

Men tað er ikki tí, at tjóðveldisfólk hava fingið prei um, at val er á veg, sigur Rógvi Nybo, formaður í aðalstjórnini í Tjóðveldi.

Í staðin er ætlanin at fáa fleiri tjóðveldisfólk fram í almenna kjakið, áðrenn valstríðið av álvara fer í gongd.

Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja tey valevni, sum hava hug at stilla upp, sigur Rógvi Nybo.

Hóast Tjóðveldi longu nú setur sjøtul á uppstillingina, so er ætlanin ikki at leggja síðstu hond á listarnar fyrr enn stutt fyri valið, sigur hann: 

 

1504996

 

Løgtingsval verður í seinasta lagi í august næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751