Stormskaðar: Kommunurnar mugu vera við

Stormskaðar: Kommunurnar mugu vera við
Nýggi veðurlagspolitikkurin fevnir ikki um beinleiðis átøk, sum skulu fyribyrgja stormskaðum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður
Havnarløg eru kommunalt mál, og tí má semja vera millum kommunurnar, um landið skal vera við til at gera tryggingarskipan móti stormskaðum, sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum.
 
01.02.2022 - 08:28

Grunnurin, sum skal hjálpa kommunum at umvæla stormskaðar, er ikki stovnaður enn.

Fíggjamálaráðið sigur, at spurningurin um eina tryggingarskipan fyri kommunur var frammi eftir stormskaðarnar á kommunal havnarløg tíðliga í 2020. 

Í apríl 2021 vórðu tríggjar mió.kr. játtaðar smærru kommununum í sambandi við stormskaðarnar í 2020. 

Havnarløg eru kommunalt mál, sigur Fíggjarmálaráðið.

Tí má semja vera millum kommunurnar, um landið skal vera við til at gera tryggingarskipan móti stormskaðum.

 

Eingin niðurstøða gjørd

Málið er umrøtt við Kommunufelagið, men eingin niðurstøða er gjørd enn, sigur Fíggjarmálaráðið í svari frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um havnarløg og stormskaðar.

Hann sigur millum annað, at uppskotið um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk fevnir ikki beinleiðis um átøk, sum skulu fyribyrgja stormskaðum.

Sambært Fiskimálaráðnum hava landið ella kommunurnar onga ætlan um at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar og bygningar, so tey betur tola ógvisligan storm og uppgang. Eingin slík stormtilbúgving er á veg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025