Macron bjóðar seg fram sum semingsmann

Macron bjóðar seg fram sum semingsmann
Franski forsetin hevur tosað tríggjar ferðir við russiska starvsbróðurin hesa vikuna
Emmanuel Macron er fúsur at vera semingsmaður í stríðnum millum Russland og Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.02.2022 - 09:01

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, bjóðar seg nu fram at vera semingsmaður í stríðnum millum Russland og Ukraina.

Týsdagin fer Macron vitja í Kiev í Ukraina, og haðani fer hann til Moskva. 

Í gjár tosaði franski forsetin fyri triðju ferð í hesari vikuni við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Hann hevur eisini tosað við Volodymyr Zelenskyj, ukrainska forsetan, skrivar NTB. 
 

Putin í Kina

Vladimir Putin kom í morgun til Kina, har hann skal hitta við Xi Jinping, forseta. Hann skal eisini vera við til hátíðarhaldið, tá ið olympisku vetrarleikirnir verða settir.

Russiska tíðindastovan, Ria, boðar frá, at Putin fór beinleiðis at hitta Xi Jinping, tá hann kom til Peking. Teir skulu tosa og eta saman, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558