Danska stjórnin er umskipað

Danska stjórnin er umskipað
Trine Bramsen, sum hevur verið verjumálaráðharri, verður nýggjur flutningsmálaráðharri eftir Benny Engelbrecht
Morten Bødskov er nýggjur verjumálaráðharri og Jeppe Bruus, høgrumegin á myndini, er nýggjur skattamálaráðharri. Tað barst Trine Bramsen, flutningsmálaráðharra, frá at vera á Amilienborg, tí hon hevur koronu
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.02.2022 - 10:02

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur umskipað donsku stjórnina, og fyri løtu síðani var hon hjá drotningini við nýggju ráðharrunum.

Benny Engelbrecht, sum hevur verið flutningsmálaráðharri, hevur lagt frá sær, tí Eindarlistin, sum er ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, boðaði í gjár frá, at flokkurin hevur ikki longur álit á Benny Engelbrecht.

Eitt mál um útlát í eini avtalu um undirstøðukervi hevði við sær, at tey søgdu seg seg hava mist álitið á honum.

Nýggjur flutningsmálaráðharri verður Trine Bramsen, sum hevur verið verjumálaráðharri. 

Mortan Bødskov, sum hevur verið skattamálaráðharri, verður nýggjur verjumálaráðharri.

Og Jeppe Bruus, sum hevur verið politiskur framsøgumaður hjá sosialdemokratiska flokkinum á fólkatingi, verður nýggjur skattamálaráðharri.

Trine Bramsen verður nýggjur flutningsmálaráðharri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561