Niðurteljingin til TROM av álvara byrjað

Niðurteljingin til TROM av álvara byrjað
ViaPlay hevur almannakunngjørt ein longri brellbitan av føroysku sjónvarpsrøðini TROM, sum kemur út um vikuskiftið
 
10.02.2022 - 14:36

Nú er nokk tosað, tí um vikuskiftið verður TROM almenn.

Fyrst verður røðin frumsýnd í Løkshøll í Runavík leygardagin, áðrenn røðin verður at útgivin á Viaplay leygarkvøldið klokkan 22 føroyska tíð. 

Umframt verður TROM at síggja í Havnar Bio sunnudagin. 

 

Kringvarpið vísir TROM 

TROM-røðin verður eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum næsta hósdag, sum er 17. februar, tá allir partarnir eisini verður lagdir út her á heimasíðu Kringvarpsins. 

Niðurteljingin merkist eisini á tann hátt, at Viaplay nú hevur almannakunngjørt ein longri brellbita um røðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025