Putin: Russiski herurin tekur seg aftur

Putin: Russiski herurin tekur seg aftur
NATO og vesturheimurin vilja hava fleiri prógv, áðrenn boðini verða góðtikin
Vladimir Putin, forseti, hevur sagt, at Russland vil ikki hava kríggj, og nú verða herdeildirnar tiknar aftur, sigur hann.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.02.2022 - 10:07

Russland boðar í morgun frá, at hernaðarvenjingin á Krim-hálvoynni er av, og at herfólk, sum vóru við í venjingini, taka seg aftur til herstøðirnar.

Boðini frá russisku verjumálaráðnum vórðu kunngjørd gjøgnum tíðindastovuna, RIA Novosti.

- Deildirnar frá suðurøkjunum, sum hava gjørt sína skyldu, fara nú aftur til sínar vanligu støðir, upplýsir verjumálaráðið í Moskva.

Tíðindastovan almannkunnger upptøkur frá verjumálaráðnum, sum vísa akfør fara um Krim-brúnna.

Aðrar keldur hava ikki váttað russisku tíðindini.

 

NATO vil hava prógv

Vladimir Putin, forseti, segði í gjár, at russiski herurin er farin undir at flyta fólk og útgerð frá ukrainska markinum.

NATO og vesturheimurin vilja hava fleiri ítøkilig prógv um tað, áðrenn boðini vera góðtikin, er svarið, sum er sent Moskva.

Eftir fólkarættinum hoyrir Krim-hálvoyggin til Ukraina, men Russland legði oynna undir seg í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391