Jeppe Kofod: Støðan er sera álvarslig

Jeppe Kofod: Støðan er sera álvarslig
Russland roynir at broyta støðuna, sum gevur landinum rætt til innrás í Ukraina, sigur danski uttanríkisráðharrin
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hevði fund við uttanríkispolitisku nevndina hjá fólkatinginum fyrrapartin um støðuna í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.02.2022 - 13:07

Ukraina skuldsetur Russland fyri at trýsta ávís viðurskifti ígjøgnum, sum kunnu rættvísgera eina innrás í landið.

Tað er orsøkin til, at vápnaða ósemjan í eystara partinum av Ukraina hevur broytt seg seinastu dagarnar. Nú verður skotið við alsamt tyngri vápnum.

Tað siga talsmenn fyri bæði ukrainska herin og fyri russisk-stuðlaðu uppreistrardeildirnar, sum siga hvønnannan vera mest ágangandi.

Í morgun boðaði herurin í Ukraina frá, at í gjár vórðu 60 brot á sonevndu Minsk-avtaluna, sum slóðaði fyri eini vápnahvíld í 2015.

 

Fleiri brot á vápnahvíldina

Í fyrradagin framdu loysingarfólkini átta brot á vápnahvíldina og týsdagin fimm. Tað er greitt tekin um, at støðan versnar, sigur ein talsmaður fyri ukrainska herin.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, sigur støðuna í Ukraina vera sera álvarsliga.

Hann boðsendi uttanríkisnevndini hjá fólkatinginum á fund í morgun at umrøða støðuna.

Undan fundinum segði uttanríkisráðharrin, at stjórnin ætlaði at kunna flokkarnar í fólkatinginum um donsku átøkini í mun til støðuna í Ukraina.

 

USA hevur ávarað

- Tað sum vit síggja, er júst tað sum USA hevur víst á, og tað er, at Russland roynir at broyta støðuna, sum gevur landinum rætt til innrás í Ukraina.

Jeppe Kofod og nógvir aðrir evropeiskir uttanríkisráðharrar hava heitt á Russland um at finna eina diplomatiska loysn, men hann sigur seg ivast stórliga.

- Talan hevur verið um eina ógvusliga nátt á markinum millum Ukraina og Russland, og russiskt-stuðlaðu deildirnar hava nýtt vápn, sum ikki eru loyvd eftir Minsk-avtaluni:


Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sigur, at støðan versnar skjótt:

 

1509995

 

Danska stjórnin hevur gjørt av at taka herskipið, Esbern Snare heim, so tað kann vera við´i verjuni av Europa, og samstundis hótta Rusland.

Esbern Snare hevur seinastu tíðina verið í vesturafrika, fyri at verja handilsskip ímóti sjórænarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008