Ársins tekstur er Sóleyan

Ársins tekstur er Sóleyan
FMA22: "Sóleyan" hjá Jens Paula Heinesen er ársins tekstur
Elin Heinesen fekk FMA-virðislønina fyri tekstin hjá pápanum Jens Paula Heinesen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2022 - 20:55

Elin Heinesen hevur útsett tekstin "Sóleyan" hjá pápanum Jens Paula Heinesen, og í kvøld var teksturin kosin ársins tekstur. 

Og tað var ein glað Elin Heinesen, ið tók ímóti FMA-virðislønini. 

 

SÓLEYAN
Orð: Jens Pauli Heinesen
Lag: Elin Brimheim Heinesen

Kvøldar á sundi, nátt er í nánd
Sólin at havgeiri dregur
Nátarnir flúgva at sovandi strond
Minnini hava so kalda hond
Ið kínir tær, tá ið tú svevur

Streymar á sundi, streymar í mær
Broddur av drepandi iva
Sum melur í klingur, bønar um svar
Men dunið út úr gjáunum lær
At okkum, ið elska, ið liva

Tey spæla bert við okkum, lívsins kor
Tær sælu, lygnandi løtur
Nú lombini leika í grønari skor
Og heimar smildrast við eittans orð
Og sóleyan lýsir um fløtur
Sóleyan lýsir um fløtur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928