Hava gjørt fýra ára sáttmála

Hava gjørt fýra ára sáttmála
Nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024
Tá skrivað var undir sáttmálan. Thilda Gaardlykke, forkvinna í Kost- og føðslufelagnum, og Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
15.03.2022 - 15:17

Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið hava í dag skrivað undir semju um ein fýra ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024.

Semingsstovnurin kom upp í sáttmálatrætuna, og legði semingsuppskot fyri partarnar, sum teir góðtóku. 

Lønirnar hækka soleiðis í sáttmálaskeiðnum:

  • Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05 %.
  • Tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25 %.
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á stig 19 til og við stig 33 hækka 690 krónur, og lønirnar oman fyri stig 33 hækka 490 krónur. Samstundis lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8 % niður í 15%, umframt at endalønirnar hjá ymisku útbúgvingarbólkunum og hjá leiðarum verða tillagaðar.
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.

Umframt lønarbroytingarnar eru broytingar gjørdar í sáttmálunum millum partarnar, og lønartalvurnar eru broyttar, so lønargongdin hjá hvørjum útbúgvingarbólki er greitt markað, sigur Fíggjarmálaráðið.

Semjan sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928