Russland tekur Mariupol

Russland tekur Mariupol
Russar hava framt ógvuslig álop á ukrainska havnabýin Mariupol í nátt.
 
19.03.2022 - 13:38

Russiskir hermenn eru nú komnir fram móti miðbýnum.

Lektarin á danska verjuakademinum, Claus Mathiesen, metir, at russarar veruliga eru í gongd við at taka býin.

- Tað ljóðar, at býurin fær somu lagnu sum tjetjenski høvuðsstaðurin fekk í 1994-95, tá ið hann næstan varð javnaður við jørðina av bumbum, og har sivilfólkið hevði tað sera trupult, sigur hann við DR.

Hann heldur tó ikki, at tað verður lætt hjá russarum at fáa fult ræði á býnum, tí at tað eru framvegis herdeildir, sum verja býin.

Nógv fólk flýggja

Í gjár flýddu umleið 5.000 fólk út úr býnum. Undanfarnu tveir dagarnar vóru tað sera fá, sum flýddu, men fyrst í vikuni eydnaðist tað Reyða Krossi, at fáa umleið 60.000 fólk út úr býnum, skrivar Reuters.

Anders Ladekarl, aðalskrivri hjá Reyða Krossi í Danmark, sigur, at tað er við vanda fyri lívinum, at fólk flýggja úr býnum.

Um russarar fáa ræði á Mariopol, kann tað gera, at tað verður beinleiðis samband við Krim hálvoynna, sum russarar tóku í 2014.

Russarar hava stórar herdeildir á Krim, og um tað verður beinleiðis samband, kunnu tær verða nýttar at fara longur inn í landið, møguliga norður móti høvuðsstaðnum Kyiv.

Mariopol hevur verið umringaður í tríggjar vikur. Reuters sigur, at 80 prosent av bygningunum í býnum hava fingið skaða av krígnum.

Ukrainskir myndugleikar siga, at framvegis eru umleið 350 túsund fólk avbyrgd í býnum.

Fyrrapartin varð avtala gjørd millum Ukraina og Russland um, at nakrir fáir tryggir vegir skulu gerast, so sivilfólk skulu sleppa úr býnum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561