Fleiri arbeiðsfólk í vinnuna

Fleiri arbeiðsfólk í vinnuna
Bjartskygnið er størri í føroysku vinnuni nú enn fyri einum ári síðani
Roknað verður við fleiri arbeiðsplássum í byggivinnuni komandi árið.
 
12.07.2013 - 10:15

Tað sigur nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum. Vísitalið hjá vinnuni er hækkað úr 16 upp í 32.

Framgongd í byggivinnuni
Byggivinnan sigur seg at hava merkt framgongd síðsta árið. Vinnan væntar at hava arbeiði til fleiri fólk næsta árið.
Handilsvinnan sigur frá øktum eftirspurningi og størri sølu og væntar eisini fleiri bíleggingar.
Tænastuvinnan hevur framgongd og vaksandi eftirspurning, og har vænta fólk sum heild vaksandi eftirspurning.
Og ídnaðurin og tilfeingisvinnunar, so sum fiskivinnan, hava fingið fleiri bíleggingar og vænta eisini fleiri bíleggingar og betri prísir næsta árið.

Hægsta treystitalið síðan 2007
Treystitalið hjá vinnuni er nú tað hægsta síðani á sumri í 2007. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu brúkarar og vinna meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar.

Húsarhaldini minni jalig
Húsarhaldini eru eisini spurd. Heima við hús hjá fólki er bjartskygnið ikki so stórt sum á arbeiðsplássinum. Húsarhaldini vænta sum heild, at fíggjarstøðan og gongdin í búskapinum vera at kalla óbroytt næsta árið. Og fólk spara sær nakað av pengum saman. Vísitalið hjá húsarhaldunum er tað sama sum fyrst í árinum, tað er trý.

Konjunkturbarometrið hjá Fíggjarmálaráðnum er, sambært Fíggjarmálaráðnum, best skipaða og mest umfatandi kanning av gongdini í føroyska búskapinum og útlitunum fyri búskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655