Eingin forskúli næsta skúlaár

Eingin forskúli næsta skúlaár
Loyvini og fíggingin komu so mikið seint, at forskúlin í Eysturskúlanum byrjar ikki fyrr enn í skúlaárinum 2023-2024
Forskúlin í Eysturskúlanum er útsettur til skúlaárið 2023-2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2022 - 14:04

Tað verður ikki næsta skúlaár, at stig verður tikið til at byrja forskúla í Eysturskúlanum í Havn.

Gongst sum ætlað, fáa foreldur í Havn møguleika at melda børn síni í forskúlan frá skúlaárinum 2023-2024. Pláss verður fyri tveimum flokkum við í alt 48 børnum í nýggja forskúlanum.

Hetta skrivar Skúlablaðið.

Eysturskúlin hevur tikið fyrstu stigini til forskúla og lýst hann væl, men loyvið frá kommununi og fígging komu so mikið seint, at innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá skúlin lýsti við forskúlanum.

Av hesi orsøk vóru ov fá børn meldað í forskúla, og tí er avgerð tikin um at bíða eitt ár, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375