Byggifelag áhugað at byggja SALT

Byggifelag áhugað at byggja SALT
Mánadagin verður byggifundur, har støða verður tikin til, um samráðast skal við byggifelag, sum er áhugað at gera mentanarhúsið
Tá tilboðini upp á mentanarhúsið vórðu latin upp á øðrum sinni, vísti tað seg, at eingin tá hevði boðið upp á stóru arbeiðini í SALT-verkætlanini.
Mynd: Savnsmynd.  
 
13.07.2013 - 14:15

Byggifundur um Salt-verkætlanina verður fyrrapartin mánadagin, skrivar Suðuroyarportalurin. Støða skal takast til samráðingar við byggifyritøku, sum er sinnað at gera arbeiðið.

Tað upplýsti Ólavur Rasmussen, stigtakari til Salt-verkætlanina, í SALT hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa á Tvøroyri mentanarnáttina.

Eingin áhugi

Tá tilboðini upp á mentanarhúsið vórðu latin upp á øðrum sinni, vísti tað seg, at eingin tá hevði boðið upp á stóru arbeiðini í SALT-verkætlanini.

- Tí varð gjørt av at royna annan leist, og í hesum sambandi verður byggifundur mánadagin, har støða skal takast til samráðingar við áhugaða byggifyritøku, upplýsti Ólavur Rasmussen.

Byrja í august

Um samráðingarnar við byggifyritøkuna eydnast, byrjar arbeiðið upp á mentanarhúsið sum ætlað í august, sigur hann.

Ólavur Rasmussen varð eisini spurdur, hvussu er við rakstrinum av einum tílíkum mentanarhúsi. Til hetta svaraði hann, at raksturin varð tryggjaður, tá peningurin varð játtaður til verkætlanina, skrivar Suðuroyarportalurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558