BBC fær fíggjarligan stuðul at mótarbeiða villleiðandi tíðindum

BBC fær fíggjarligan stuðul at mótarbeiða villleiðandi tíðindum
Peningurin skal m.a. nýtast til ukrainska og russiska pallin hjá bretska kringvarpinum
 
29.03.2022 - 08:45

Bretska stjórnin hevur játtað tíðindamiðlinum, BBC World Service, fýra milliónir pund í stuðli, so at miðilin kann mótarbeiða villleiðandi tíðindum.

Tað svarar til góðar 35 milliónir krónur.

Peningurin skal m.a. nýtast til ukrainska og russiska pallin hjá BCC, og til átrokandi og óvæntaðar útreiðslur, skrivar miðilin.

- Stuðulin fer at hjálpa okkum við tørvinum, sum vit hava í løtuni á at stuðla okkara starvsfókum, sum alt samdøgrið arbeiða við at bera fólki óheftan tíðindi, sigur Tim Davie, stjóri í BBC.

Peningur skal eisini brúkast til at flyta starvsfólk og sendiútgerð til tryggari støð.

Russisku og ukrainsku støðirnar hjá BBC hava havt metnógvar lurtarar, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373