- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur ítróttur í dag

Í dag verður hol sett á fjórða umfar í Betri deildini í fótbólti hjá monnum.
Á Argjum spæla AB og Skála kl.17, og á Toftum tekur B68 ímóti HB. Suni Merkistein og Jóannes Jacobsen fara at siga okkum frá dystinum ímillum B68 og HB. Tann dysturin byrjar kl.16.
Í bestu deildini hjá kvinnum fer bólturin eisini at rulla í dag. Tríggir dystir eru á skránni.
TB/FCSuðuroy/Royn - 07 Vestur, byrjar kl.14.
HB - KÍ byrjar kl.13.
Og NSÍ - EBS/Skála kl.17.
Hondbóltur
Í kvøld verður eisini fyrsta finalan um føroyameistaraheitið í hondbólti hjá kvinnum.
Suvereni vinnarin í grundspælinum, H71, tekur ímóti Neistanum í Hoyvíkshøllini.
H71 vann, sum væntað, á Stjørnuni í hálvfinalunum, meðan Neistin sendi grannarnar úr Kyndli úr FM-kappingini.
Í finalunum verður spælt 'best av fimm', so minst tríggjar finalur skulu spælast, áðrenn føroyameistarin er funnin.
Dysturin í kvøld er klokkan 19.00.
Flogbóltur
Og so er tað eisini flogbóltur á skránni í dag.
Tað eru tvær FM finalur í flogbólti í høllini á Hálsi í Havn í dag.
Kl. 16 møtast kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ, og kl. 19 møtast menninir hjá Mjølnir og ÍF.
Í teimum fyrru finalunum, sum vóru mikudagin og hósdagin í hesi vikuni, vann Mjølnir á ÍF hjá monnunum, og Fleyr á Sí hjá kvinnunum.
Tað liðið, sum vinnur tveir dystir, verður føroyameistari. Vinna liðini hvør sín dyst, so verður meistaraheitið avgjørt við einum sonevndum gullsetti.
Felags fyri báðar FM-finalurnar er, at tað eru somu lið, sum eisini møttust í steypafinalunum fyri einum mánaði síðan. Tá vann Mjølnir 3-1 á ÍF í mansfinaluni, og í kvinnufinaluni vann Fleyr 3-1 á SÍ.




























