Reyði Krossur ger enn eina roynd

bannari
Reyði Krossur ger enn eina roynd
Reyði Krossur fer aftur í dag at royna at fáa sivilfólk úr Mariupol
Mariupol.
Mynd: Ritzau Scanpix.  
 
02.04.2022 - 10:14

Reyði Krossur fer aftur í dag at royna at fáa sivilfólk úr havnabýnum Mariupol.

Reyði Krossur hevur fleiri ferðir roynt at hjálpt ukrainum úr Mariupol gjøgnum sokallaðar humaniterar rýmingarleiðir, men uttan at tað hevur eydnast. 

Í gjár skuldu 54 bussar við sivilfólkum sleppa at koyra úr Mariupol, og tveir lastbilar við neyðhjálp skuldu koyra inn í býin. Men Reyði Krossur mátti sleppa ætlanini, tí tað var ikki vápnahvíld millum partarnar, sum annars var avtalað.

Tað eru umleið 170.000 fólk stødd í Mariupol. Tað sigur Anders Ladekarl, sum er aðalstjóri í donsku deildini hjá Reyða Krossi.

- Í ein mánað hava tey ikki havt streym, vatn ella mat. Tey fáa onki inn í býin og sjúkrahúsini hava ongan heilivág, sigur Anders Ladekarl. 

Russland og Ukraina ákæra hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina í samband við humaniteru rýmingarleiðirnar í Mariupol og øðrum býum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244